Trý fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Harmonikusamanstoytur elvdi til ruðuleika seinnapartin í gjár

Trý fólk vórðu flutt á Landssjúkrahúsið eftir ein harmonikusamanstoyt í Søldafirði seinnapartin í gjár. Løgreglan sigur, at í hvussu so er eitt av teimu eru útskrivað aftur, men hini bæði vita vistu tey einki um í morgun.

Vit hava fingið upplýst, at tríggir bilar vóru við í einum harmonikusamanstoyti, har tann aftasti bilurin ikki lukkaðist at bremsa sum hann skuldi.

Men óhappið elvdi til at ruðuleiki var í ferðsluni og og bíðirøðirnar vóru langar og tað tók eina góða løtu at fáa ferðsluna á glið aftur.