Umhvørvisgóðkenning til aling á Sandsvág

Umhvørvisstovan hevur givið Marine Harvest umhvørvisgóðkenning at ala á Sandsvág og Skopunarfirði.

Umhvørvisstovan hevur givið Marine Harvest umhvørvisgóðkenning til alivirksemi á aliøki C-17, sum er Sandsvág og Skopunarfjørður.

 

Aling á sjónum hevur ávísa dálking við sær, og tí krevja myndugleikarnir, at alarar fáa eina umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni, áðrenn teir fara undir alivirksemi.

 

Umhvørvisstovan sigur, at dálkinging stavar serliga frá fóðri og skarni, umframt frá heilivági og ymiskum evnum til viðlíkahald av útgerðini.

 

Umhvørvisstovan vísir á, at á Sandsvatni er ein hin størsti sílastovnurin í Føroyum. Kanningar hava víst, at aling á sjónum kann ávirka sjósílastovnin, serliga um lúsatrýstið gerst størri, og hesum hevur Umhvørvisstovan tikið atlit at í síni góðkenning. Partur av góðkenningini er, at Marine Harvest ger eina ætlan fyri, hvussu teir skulu gera kanningar av, hvussu alingin ávirkar lúsatrýstið á sjósílastovnin, eftir at laksur er settur út.

 

Marine Harvest er ikki farið undir aling á Sandsvág enn, men ein royndarringur liggur á vágni. Væntandi fer Marine Harvest undir størri alivirksemi á Sandsvág í komandi vár.

 

Les eisini Eingin aling á Sandsvág í ár