Trý handrit hjá mær vórðu vrakað

– Eg hevði hálva vegna hevði uppgivið bókadreymin, sigur Danial Viðoy, sum hevur skrivað skaldsøgu

Í dag kom nýggj ungdómsskaldsøga út. Danial Viðoy hevur skrivað bókina »Tvístøða«, og forlagið Ungu Føroyar gevur út.

29 ára gamli viðoyingurin var ikki til framløguna av bókini í Norðurlandahúsinum í dag, tí hann er í Barentshavinum við trolaranum Akraberg.

»Tvístøða« snýr seg um ein ungan drong av Viðareiði, ið skal fara frá studentaskúlalívinum og út í tað veruliga lívið. Bartal livir sum ongantíð fyrr, men má brátt boyggja seg fyri avbjóðingum, ið hann ikki hevur verið úti fyri áður. Tað annars góða summarið endar við at raka høvuðspersónin dygt, tí tilverugrundarlagið broytist fullkomiliga.

Forlagið skrivar um bókina, at høvundin dugir at siga eina søgu. Sjónarhornið í bókini er eitt annað, enn vit eru von við. Realisman í »Tvístøðu« er naskari. Lesarin sleppur veruliga at smakka og lukta lívið hjá høvuðspersóninum Bartali heima á Viðareiði eins væl og í Klaksvík, á Mallorka, á Tvøroyri, í Havn, á Íslandsrygginum og í Danmark.

– Heilt frá ungum árum hevur mær dámt væl at skriva. Tá ið mínir javnaldrar á Viðareiði gleddust um at fáa teldu í húsið til telduspøl, gleddist eg meira um tastaturið, soleiðis at eg slapp at skriva teldubrøv í staðin fyri hondskrivað brøv til pápa, sum sigldi úti, sigur Danial Viðoy.

Hann skrivaði langar stílar í skúlanum, familjan fekk frásagnir um fótbóltsdystir og útróður, og í 2011 fór Danial at skriva fyri Norðlýsið.

– Tað eru nógv ár síðani, eg fekk dreymin um at skriva eina bók, og fyri góðum níggju árum síðani fekk eg hugskotið um, hvat bókin skuldi snúgva seg um. Tað var tá, at eg skrivaði fyrstu reglurnar til bókina, sum nú er útgivin. Síðani havi eg havi skrivað eini trý handrit, sum øll vórðu vrakað, sigur Danial Viðoy.

– Í vár, tá ið eg hálvavegna hevði uppgivið bókadreymin, og korona leikaði upp á tað harðasta, sendi eg allar kladdurnar til ymisk forløg. Turið Sigurðardóttir á Ungu Føroyar vísti søguni ans, og tá settist eg aftur við skrivaraborðið. Hesa ferð nógv meira ítøkiliga og málrættað enn áður, tí eg kendi á mær, at um tað skuldi vera, so mátti tað vera nú, sigur hann.

Nú er bókin komin út og fæst í næstu viku til keyps kring landið.

##med2##