Trý línuskip eru til fiskiskap

- Streymurin harðnar, sum næsta vika gongur, og helst verður eisini meira vindur.

 

 

Myndin av Sandshavinum er tilvildarlig.

Myndin av Sandshavinum er tilvildarlig.

 

Trý línuskip eru í løtuni til fiskiskap.

Eitt línuskip royndarfiskar á Føroyabanka, og tvey eru vestan fyri Føroyar. Tvey av skipunum koma væntandi inn at landa fyrst í næstu viku, og hitt seinasta kemur helst seinni í vikuni.

Tað vita tey at siga á Fiskamarknaði Føroya í dag.

Um útlitini til útróður, verður sagt, at veður og streymur fara at roynast fyrst í næstu viku, men streymurin harðnar, sum vikan gongur. Eisini er væntandi, at tað verður meira vindur seinni í vikuni.

Á Fiskamarknaði Føroya vænta tey, at onkrir bátar loysa, men roknað verður ikki við tí heilt stóra í næstu viku.

Myndin av Sandshavinum er tilvildarlig.