Trý nýggj feløg stovnað í farnu viku

Sum vanligt er nógv virksemi at síggja í vinnuskránni. Sambært Buisness Line vórðu í farnu viku trý nýggj feløg sett á stovn í Føroyum, ið fáast við alskyns virksemi.

Í Sandavági er smápartafelagið á Stakka sett á stovn. Endamáli felagsins er at reka fiskivinnu, handil og annað virksemi í hesum sambandi. Elias Christophersen er stovnari og stjóri í felagnum.

Í Hvalba er íverksetarafelagið J.N. Handverk stovnað av Jákup Norðberg, ið eisini er stjóri í felagnum. Endamál felagsins er at reka virksemi innan byggivinnuna, ferðavinnu útleigan og eiga fasta ogn.

Síðsta felagið, ið bleiv sett á stovn í farnu viku, er smápartafelagið 29.02.2019. Robert Thomassen er stjóri og stovnari, og er endamál felagsins at eiga og útleiga ognir og annað í hesum sambandi.

Umframt nýggj feløg er okkurt felag strikað, meðan onnur feløg hava framt broytingar í viðtøkum og nevndum. Til ber at síggja eitt yvirlit yvir allar broytingarnar í vinnuskránni við at trýsta á her.