Trýstið tað sama á Tvøroyri

Pumpustøðin á Sevmýru er tikin í nýtslu aftur, og sostatt skuldi brúkarin havt sama trýst sum áðrenn ógvusliga toruslátturin í juni

Torvheyggur (Mynd: Leivur Nygaard)

Torvheyggur (Mynd: Leivur Nygaard)

Arbeiðið at umvæla automatikkin á pumpustøðini á Sevmýri er nú um at verða liðugt. Enn manglar at grava partar av káplinum millum ovaru brunnarnar og pumpustøðina niður.

Pumpustøðin pumpar vatn úr høvuðsleiðingini í Sevmýrisvegnum niðan í brunnarnar omanfyri Støðlarnar, sum eru í 115 m hædd. Mátarar stýra pumpunum og siga frá um standin í brunnunum, skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðuni.

Eisini sigur alarmur frá, um ov lítið vatn er í. Úr brunnunum rennur vatnið oman í Støðlarnar, Torvheyggj, Brekkurnar og Hamar.

Meðan pumpustøðin hevur verið óvirkin, hava hesi øki fingið vatn úr reinsiverkinum í Støðlunum. Tað ber til, men trýstið er nakað lægri.

Torvheyggur (Mynd: Leivur Nygaard)