Tú fær hjálp til at fóta tær aftur

Sorgarbólkurin er fyri teg, sum hevur mist ein kæran og sum tørvar stuðul til at arbeiða við sorgini.

 

 

Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen eru góðkendir psykoterapeutar, MPF, ið hava havt sorgarbólkar í fleiri ár.

Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen eru góðkendir psykoterapeutar, MPF, ið hava havt sorgarbólkar í fleiri ár.

 

Tað eru Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð, sum báðar eru góðkendir psykoterapeutar, MPF, ið hava havt sorgarbólkar í fleiri ár. - Vit hava sæð, at tað ger stóran mun at arbeiða við sorgini og at vera saman við fólki í somu støðu, sum ein er sjálvur, siga tær báðar.

Psykoterapeutarnir vísa á, at nýggjur sorgbólkur byrjar aftur hin 5. september klokkan 18, og nú eru bara nøkur fá pláss eftir. - Vit ætla at hittast umleið triðju ella fjórðu hvørja viku, og sorgarbólkurin hittist tilsamans átta ferðir, siga Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð.

Sorgarbólkurin er fyri fólk, sum hava mist ein kæran og sum tørva stuðul til at arbeiða við sorgini. - Tú hittir fólk í somu støðu sum tú sjálv ella sjálvur. Summi koma nakrar mánaðir eftir missin, og onnur koma ár eftir missin.

Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð vísa á, at fólk, sum leita sær til sorgarbólkin, fáa hjálp til at fóta sær aftur. - Hóast missin, kunnu fólk so við og við fóta sær aftur, og tey fáa eina vón um eitt lív við meining, siga psykoterapeutarnir.

Hvørt kvøld, tá sorgarbólkurin hittist, hava tær upplegg, har arbeitt verður við at uppbyggja tey aftur, sum eru í djúpari sorg eftir miss. - Fólk eru vælkomin at seta seg í samband við okkum á tlf. 223456 og 265432, siga Margret Mortensen og Sigrun Heldarskarð.

Sigrun Heldarskarð og Margret Mortensen eru góðkendir psykoterapeutar, MPF, ið hava havt sorgarbólkar í fleiri ár.