Borgarstjórin, Linjohn Christiansen, handar Martini Karl Olsen, byggiloyvi til 1. byggistig av einari spennandi verkætlan á Mølini í Skálavík.

- Tú kanst ætla at eg stórfegnist

Í Skálavík er reint, vakurt og hugnaligt, og her er ógvuliga barnavinarligt.

Borgarstjórin, Linjohn Christiansen, handar Martini Karl Olsen, byggiloyvi til 1. byggistig av einari spennandi verkætlan á Mølini í Skálavík.

Borgarstjórin í Skálavíkar kommunu, Linjohn Christiansen, fegnast um ætlanina, sum hjúnini á Mølini í Skálavík, Birita Dalsgaard Olsen og Martin Karl Olsen, hava. Tey ætla nevniliga at byggja 10 kømur í Skálavík á umleið 22 fermetrar hvørt kamar.

- Tað liggur í kortunum við verkætlanini á Mølini, at 1. byggistig, sum vit nú hava givið loyvi til, verður partur av einari størri verkætlan hjá hjúnunum báðum, og tað fegnist eg sum borgarstjóri almikið um.

Linjohn Christiansen vísir á, at umhvørvið á Mølini í Skálavík er hugnaligt, og hann rósar hjúnunum fyri tað, tey longu hava skapt í bygdini. - Sjálvur handilin á Mølini hevur sín uppruna sum úthandil heilt afturi í 1889, so hetta er eisini ein partur av søguni um Skálavík.

Spurdur, hvussu tað kennist, nú nýggjar dyr latast upp, tá aðrar dyr latast aftur, nú Hotel Skálavík skjótt fer í søguna, sigur Linjohn Christiansen soleiðis:

- Ja, tú kanst bara ætla, at eg sum borgarstjóri fegnist stórliga, samstundis sum eg ásanni, at Hotel Skálavík veruliga hevur verið við til at sett bygdina á Føroyakortið, sigur borgarstjórin.