Tunlar loysa ferðslutøppar í stórbýum

Ein skipan við tunlum undir jørð skal loysa ferðslutrupulleikarnar í stórbým. Ferðin í tunlunum kann vera upp í 240 km um tíman, sigur Tesla-stovnarin Elon Musk , sum eigur hugskotið

 

Ein broyttur Tesla Model X sæst í royndartunlinum í Los Angeles. Fyri jól var kollveltandi boðið upp á ein framtíðar hátt at loysa ferðslutrupulleikar í stórbýum vístur fram. Mynd: Branimir Kvartuc/ZUMA Wire)

Ein broyttur Tesla Model X sæst í royndartunlinum í Los Angeles. Fyri jól var kollveltandi boðið upp á ein framtíðar hátt at loysa ferðslutrupulleikar í stórbýum vístur fram. Mynd: Branimir Kvartuc/ZUMA Wire)

Elon Musk hevur lagt fram fyrsta stigið í síni háferðarskipan, har bilar verða sendir gjøgnum tunlar undir stórbýum.

 

Í eini 30 minuttirs wepcast avdúkaði Elon Musk fyri jól ein umleið 1,8 kilometra langan royndartunnil, sum fyri stuttum er gjørdur í Los Angeles.

 

Ein skipan av líknandi undirjarðartunlum skulu sambært Elon Musk fáa bilferðsluna í stórbýum at ganga lættari uttan langar røðir og ferðslutøppar.

 

Á eini video sæst ein Tesla-bilur verða loraður niður í rørið við eini lyftu, skrivar Reuters tíðindastovan.

 

Síðani verður bilurin, sum er útgjørdur við serlium »stýridekkum«, sendur ígjøgnum tunnilin við eini ferð upp á umleið 65 kilometrar í tíman.

 

Elon Musk sigur, at bilar uttan trygdarváða kunnu koyra ígjøgnum tunnilsskipanina við eini ferð upp á 240 kilometrar um tíman. Og teir kunnu verða sendir við einum sekundi ímillum høvønn bilin.

 

Hugskotið til undirjarðisku flutningsskipanina fekk Elon Musk fyri tveimum árum síðani, tá hann sat fastur í ferðsluni í Los Angeles í bili sínum á einum strekki millum heimið og skrivstovuna.

 

– Ferðslan ger meg óðan í høvdinum, skrivaði hann í einum tweeti tann 18. desember í 2016

 

– Eg fari at gera eina borimaskinu til tunlar og fari bara undir at grava, legði hann afturat í tweetinum.

 

Elon Musk segði fyri jól, at tann lidna tunnilsskipanin tilsamans hevur kostað umleið tíggju milliónir dollarar. Hann upplýsti eisini, at tað ikki eru útlit til, at tunnilin verður latin upp fyri almenninginum í nærmastu framtíð.

 

/ritzau/AP