Tunnilsfelagið flytir áðrenn jól

Skuldu flyta fyrst í 2019

Tað verður áðrenn jól, at Vága- og Norðoyatunnilin flyta inn í nýggju hølini í Runavík.

Tað sigur Uni Danielsen, stjóri í tunnilsfelagnum.

Upprunaliga var ætlanin, at tunnilsfelagið skuldi flyta longu fyrst í 2019, men tað hevur drigið út, og framvegis eru nakrir snøklar eftir, áðrenn umsitingin kann flyta inn í nýggju hølini.

– Men tað skal vera áðrenn jól, sigur Uni Danielsen.

Talan er um eina umsiting á sjey fólk, ið skulu flyta í hølini, men enn er nakað eftir av tí tekniska, ið skal flytast.

– Tað er gjaldskipan og nógv annað tekniskt, sum skal flytast. Vit skulu hava nokk av linjum inn og út, sigur Uni Danielsen og ger greitt, at nógvir partar eru inn yvir.

– Vit eru sjálvandi bundin at øðrum fólkum, men alt tíðir á, at tað fer at eydnast, sigur Uni Danielsen.