Her heitir forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í telefonsamrøðu á verjumálaráðharra sín, Hulusi Akar, um at leypa á kurdarnar í norðara parti av Sýria.

Turkaland bumbar í Sýria

Útlendskar keldur siga, at sivilfólk eru í panikki, har bumburnar bresta í marknabýum í Sýria.

 

 

Her heitir forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í telefonsamrøðu á verjumálaráðharra sín, Hulusi Akar, um at leypa á kurdarnar í norðara parti av Sýria.

 

Turkaland hevur sett í verk eitt álop, sum skal raka kurdiskar herdeildir í norðrara parti av Sýria, og fyrstu myndirnar av bumbubrestum eru nú at síggja í útlendskum miðlum.

Í sýriska marknabýnum, Ras al Ain, eru bumbur brostnar, og sagt verður, at sivilfólk í økinum eru í panikki.

Altjóða myndaskrivstovur hava longu fingið fyrstu myndirnar av bumbubrestum nær marknabýnum, Tel Abyad, í Sýria.

ES tekur ikki undir við turkiska álopinum á kurdarnar í Sýria, og ES verður ikki við til at tryggja ein geira, sum Turkaland sigur seg vilja hava, um álopini í Sýria fara at eydnast.

Tað sigur ES-nevndarformaðurin, Jean-Claude Juncker, sambært Dave Keating, sum er tíðindafólk á netsíðuni, Politico.

Ónevnd embætisfólk í ES siga seg stúra fyri, at álopini í Sýria óiva fara at føra til ein enn størri streym av flóttarfólkum úr landinum.

NATO-leiðarin, Jens Stoltenberg, sigur, at hernaðarsamgongan skilir avbjóðingarnar hjá Turkalandi, tá ræður um trygdina í økinum.

Jens Stoltenberg heitir tó á Turkaland um at vera afturhaldið og at avmarka menniskansligar líðingar í atsóknunum.

##med2##

 

 

Her heitir forsetin, Recep Tayyip Erdogan, í telefonsamrøðu á verjumálaráðharra sín, Hulusi Akar, um at leypa á kurdarnar í norðara parti av Sýria.