Túsund fólk siga seg fara at "storma" Løgtingið

Eitt facebooktiltak heitir á fólk um at møta upp uttan fyri Løgtingið í dag

- Nú verður kollveltingin. Takið tykkara seyðabyrsur og karamelleskjur við.

Soleiðis stendur skrivað á Facebook í sambandi við eitt heldur øðrvísi tiltak, sum sambært dagfestingini verður í dag. 

Tiltakið eitur "Storm the Løgting, they can't stop all of us" - á føroyskum "Storma Løgtingið, tey kunnu ikki steðga okkum øllum".

Nærri verður tiltakið ikki lýst, annað enn at tað verður klokkan 16:20 í dag.

Men har er í øllum førum ovurstórur áhugi fyri at luttaka. 966 fólk hava sagt, at tey fara at luttaka, og 682 fólk siga seg vera áhugað í at luttaka. Í Føroyum er tað heldur sjáldan, at so nógv fólk vísa áhuga fyri facebooktiltøkum.

Tiltakið er ein týðilig tilsiping til "Storm Area 51, They Can't Stop All Of Us", sum er eitt amerikanskt facebooktiltak, sum skal fara fram hin 20. september 2019 á amerikanska hernaðarøkinum, Area 51.

Tað er skemtisíðan "Furiously Faroese Memes", ið stendur fyri tiltakinum. Hvussu seriøst hetta tiltakið er, og um nakar av hesum túsund áhugaðu fara at møta upp, vita vit ikki.

Facebooktiltakið sæst HER.