Túsundtals fólk mótmæla rasismu

Fólk finna seg ikki í, at ein hvítur amerikanskur politistur kvaldi afroamerikanska George Floyd til deyðis

Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix

Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix

Í hitanum í gjár savnaðust væl fleiri enn túsund fólk uttan fyri amerikansku sendistovuna í Keypmannahavn. Stóra mannamúgvan hevði eittans endamál: at mótmæla politiharðskapi móti afroamerikanarum í USA í sambandi við, at ein hvítur politistur hevur kvalt afroamerikanska George Floyd til deyðis. 

“I can’t breathe!” róptu fólkini í takt á Eysturbrúgv.

Ein talskvinna hevði eina megafon, har hon rópti róp sum: "SAY HIS NAME!".

Tað er felagsskapurin "Black Lives Matter", sum skipaði fyri mótmælisgonguni. Gingið varð frá amerikansku sendistovuni á Eysturbrúgv til Christiansborg.

Mótmælini byrjaðu orsakað av einum video, sum hevur verið at sæð á sosialu miðlunum seinastu vikuna. Í videonum síggja vit 46 ára gamla afroamerikanska George Floyd liggjandi á asfaltinum, meðan ein hvítur politistur trýstir sítt knæ á nakkan, inntil hann missir vitið. Floyd rópar eftir hjálp og sigur, at hann ikki fær luft - “I can’t breathe”, sigur hann, men politisturin steðgar ikki. Løtu seinni verður tað staðfest á sjúkhúsinum, at George Floyd er deyður.

Síðan tá er kjakið um racismu veruliga kyknað í øllum heiminum, men serliga í USA.

Fleiri túsund fólk hava gjørt vart við seg seinastu seks dagarnar við at fara út á gøturnar at mótmæla, og har hevur ikki gingið stilt fyri seg. Veruligur samanbrestur hevur verið millum mótmælisfólk og politiið, og eldur er sett á bilar, og politiið hevur brúkt táragrass, umframt at nógv eru handtikin.

Øll tey, sum mótmæla kring heimin í hesum døgum, finna seg ikki í, at tað enn í 2020 eru tilburðir, har hvítir politistar misbrúka sítt vald og starv til at harðskap móti afroamerikanarum. Fólki krevur rættvísi fyri øll, óansæð húðarlit.

Myndir úr Keypmannahavn í gjár:

##med2##

##med3##

Mynd: Ida Guldbæk Arentsen/Ritzau Scanpix