Tvær orsøkir til at øll seyðaskinnini verða brend í ár

Í ár verða eini 50.000 til 70.000 seyðaskinn brend á brennistøðunum í Leirvík og í Havn og tað eru serliga tvær orsøkir til tað

Í ár verður eingin at taka ímóti seyðaskinnum av seyði, sum verður flettur kring landið í heyst. Og tað merkir, at eini 50.000 til 70.000 seyðaskinn fara fyri skeyti og enda í ovninum á Brennistøðini í Leirvík og á Hjalla.

Tað hevur verið eitt virkið, sum hevur tikið ímóti skinnum. Tað er Oikos í Vágum, men nú staðfestir Jógvan Nordendal, stjóri í Oikos, at tey fara at legga stilt í ár, og fara ikki at taka ímóti skinnum í ár.

Tey hava annars tikið ímóti 30.000 skinnum um árið. Um tey so taka táttin upp aftur næsta ár, er ikki vist, men tað fara tey at taka støðu til seinni.

Hann sigur, at tað eru tvær orsøkir til, at tey leggja kongin í heyst. Ein orsøk er, at prísurin á hvítum skinnum, sum tað eru rættiliga nógv av, er vánaligur. Men tað er eisini ein onnur orsøk til, at teir leggja stilt í ár.

Hetta merkir, at skinnini av øllum teimum 50.000 - 70.000 seyðunum, sum verða flettir,

skulu brennast á brennistøðini í Leirvík og í Havn.

Aslaug Gisladóttir á brennistøðini í Leirvík, sigur, at tey eru til reiðar at taka ímóti øllum hesum skinnunum, men tað kann elva til trupulleikar, og tí hevur hon eina áheitan á øll, sum koyra skinn í bingjurnar hjá IRF kring landið.

Trýst á pílin undir myndini og hoyr Jógvan Nordendal greiða frá, hví tey ikki taka ímóti skinnum í ár, og hoyr Aslaug Gisladóttir greiða frá, hvussu fólk eiga at bera seg at, tá ið tey lata skinn inn at brenna fyri at sleppa undan at ovnurin hjá IRF kólnar og nógv, og fyri at sleppa undan, at útlátið veksur ov nógv.