Tvær rakettir raktu ukrainska flogfarið

The New York Times vísir til eina nýggja upptøku, sum blaðið heldur prógvar, at tað ikki bara var ein - men tvær rakettir - sum raktu ferðafólkaflogfarið í Iran.

 

The New York Times veit nú at siga, at tað vóru tvær rakettir, sum raktu ukrainska ferðafólkaflogfarið, sum datt niður nærindis Teheran í Iran seinasta mikudag. Flogfarið var á veg úr iranska høvuðsstaðnum til Kiev. Øll tey 176 fólkini, sum vóru í flogfarinum, lótu lív.

Nú vísir The New York Times til eina nýggja upptøku, sum blaðið heldur ber prógv um, at tað ikki bara var ein - men tvær iranskar rakettir - sum raktu flogfarið hjá Ukraine International Airlines.

Blaðið skrivar, at rakettirnar, sum raktu flogfarið, vórðu skotnar við 30 sekundum ímillum. Amerikanska stórávísin hevur greinað nýggju upptøkuna og heldur, at hon prógvar tað, sum blaðið skrivar. 

Tað er eitt vakmyndatól, sum stendur á takinum á einum bygningi í bygdini Bidkaneh - umleið 6,5 kilometrar frá einari iranskari hernaðarstøð - sum eigur upptøkuna, sum The New York Times vísir til.

Amir Ali Hajizadeh, sum er ovasti leiðari fyri flogvápninum hjá islamiska kollveltingarherinum, hevur sagt, at tað var eitt menniskjansligt mistak, sum førdi til, at ein iranskur hermaður sendi eina rakett avstað eftir ferðafólkaflogfarinum.

Um hesa leinkju sæst vakmyndaupptøkan, sum The New York Times vísir til, og sum eisini aðrir miðlar hava víst á sínum heimasíðum í kvøld - https://www.vgtv.no/190920?jwsource=cl