Starvsfólk hjá Tvátti á Hjalla, f.v.: Niklas Zachariassen, Jana Kirke, Elin Hammer og Hans Jacob Kollslíð.

Tváttur við nýggjari tænastu

- Tú bíleggur Heinta og Veita tænastuna hjá Tvátti við at fylla út oyðublaðið á heimasíðuni tvattur.fo

 

Eftir eina størri útbygging av reinsarínum og vaskarínum hjá Tvátti á Hjalla, bjóðar fyritøkan nú nýggju tænastuna “Heinta og Veita”.

Við Heinta og Veita tænastuni kemur Tváttur reinsarí og vaskarí heim á tín bústað eftir og við tí, sum skal reinsast ella vaskast. Koyrt verður allastaðni, har landfast er av Hjalla.

- Týsdag heinta og veita vit í Suðurstreymoy, mikudag í Eysturoy og Norðoyggjum, og hósdag í Norðurstreymoy og Vágunum. Endamálið við tænastuni er at kunna koma heim til tín, tá sannlíkt er, at onkur er inni.

Tí miðjar Tváttur ímóti at verða á tínum bústaði millum klokkan 17 og 20. 

Hjá Tvátti siga tey, at tíðarfreistin fyri at bíleggja Heinta og Veita tænastuna er klokkan 12 sama dag, sum koyrt verður í tínum øki. Heinta og Veita tænastan kostar 50 krónur, og hetta verður lagt omaná kostnaðin fyri reinsing og vasking.

- Tú bíleggur Heinta og Veita tænastuna hjá okkum við at fylla út oyðublaðið á heimasíðuni tvattur.fo.

##med2##

 

 

 

Starvsfólk hjá Tvátti á Hjalla, f.v.: Niklas Zachariassen, Jana Kirke, Elin Hammer og Hans Jacob Kollslíð.

Endamálið við tænastuni er at koma heim til tín, tá sannlíkt er, at onkur er inni.