Tveir bilførarar mistu koyrikortið

Løgreglan gjørdi ferðamátingar í gjár

Tveir bilførarar iðra seg uttan iva í dag um, at fóturin lá ov tungur á spitaranum í gjár. Løgreglan gjørdi nevniliga ferðamátingar ymsastaðni kring landið í gjár og mistu tveir bilførarar koyrikortið.

Um fimm tíðina í gjár seinnapart tók løgreglan tann fyrsta bilføraran. Viðkomandi varð máldur at koyra 136 kilometrar um tíman, tá hann koyrdi á vegnum millum Streym og Norðskálatunnilin.

Tá ferðin sostatt var 56 km/t hægri enn mest loyvda ferð á strekkinum, misti viðkomandi koyrikortið á staðnum.

Nakrar tímar seinni, um 10 tíðina í gjárkvøldið, tók løgreglan enn ein bilførara hinumegin Norðskálatunnilin, ið hevði alt ov høga ferð. Hesin bleiv máldur at koyra 142 kilometrar um tíman, og misti sostatt eisini koyrikortið á staðnum.

Vakthavandi upplýsir, at tveir aðrir bilførarar eisini blivu tiknir í gjár fyri ov høga ferð. Teir vórðu máldir at koyra 127 og 101 km/t.