Lisbeth meldað seg úr Sambandsflokkinum

– Eg eri ónøgd við politikkin hjá landsstýrinum, ónøgd við, at tað er Jørgen Niclasen sum stýrir Sambandsflokkinum og ónøgd við, at ein persónur, sum hevur snýtt í tolli kann sita sum landsstýrismaður.

Tað sigur Lisbeth L. Pet­­er­­s­en. Hon hevur tikið av­leið­ing­arnar av síni ónøgd og hev­ur meldað seg úr Sam­bands­flokkinum.
Við útvarpið segði hon, at hon framvegis kennir seg sum sambandsfólk, men at hon ikki følir, at Sam­bands­flokkurin rekur sam­bands­politikk. Hon er ónøgd við sosiala politikkin hjá...