Tveir døglingar rendu seg á land í Froðba

Hetta var ógvuliga sjáldsamt

Menn skera upp (Mynd: Signar Strøm)

Menn skera upp (Mynd: Signar Strøm)

Seinnapartin í dag rendu tveir døglingar seg upp á land við Skarvatanga í Froðba. Hetta er sera sjáldsamt, og tí vórðu tvørafólk eisini bilsin, tá tey hoyrdu um døglingarnar. Døglingar plaga annars næstan bara at gera landgongd í Hvalba og í Sandvík.

Teir báðir døglingarnir vórðu skornir upp á kaiini í Drelnesi. Vit hava fingið tvær myndir senandi frá Signar Strøm, sum var á staðnum.

##med2##

Menn skera upp (Mynd: Signar Strøm)