Tveir smádeingir komu illa fyri í Vági

Ein drongur rann inn í ein bil, og ein annar datt í eina á

Um 13-tíðina mundi enda galið hjá einum smádreingi, sum var úti og spældi við øðrum børnum. Í sambandi við spælið rann hann undan onkrum og endaði á vegnum. Beint sum hann kom út á vegin, kom ein bilur koyrandi. Drongurin rann inn í síðuna á bilinum, men tíbetur koyrdi bilurin so mikið spakuliga, at einki hendi við dreinginum.

Løgreglan fortelur, at drongurin bleiv sendur á Suðuroyar sjúkhús til kanningar, og hann hevði einki brot og onga bløðing. Men hann hevur verið á sjúkhúsinum í nátt, har eyga hevur verið hildið við honum fyri at vita, um hann møguliga hevði fingið heilaskjálvta.

Hetta var ikki einasti smádrongurin, sum kom illa fyri í Vági í gjár, sambært løgregluni. Á middegi varð ein 1-ára gamal drongur bjargaður úr ánni við smátturnar.

Drongurin var úti saman við familjuni, og meðan foreldrini hugdu vekk, so var hann farin eftir einum bólti, sum var farin í ánna. Har var ikki nógv vatn í ánni, og tíbetur hendi einki álvarsligt. Drongurin bleiv tó kløkkur og bleiv sendur til kanningar á sjúkhúsinum.

Bjargingartyrlan og ákoyrdir seyðir

Annars hevur løgreglan gjørt arbeitt við málrættaðum átøkum í ferðsluni í gjár. Har vóru tríggir bilførarar, sum koyrdu, meðan teir snakkaðu í telefon. Eisini vóru tveir bilførarar, sum koyrdu á hvør sítt lamb - eitt í Kollafirði og eitt í Kvívík. Ein ær bleiv eisini yvirkoyrd við Ljósá.

Bjargingartyrlan hevði eisini okkurt at gera í gjár, upplýsir MRCC. Ein kvinna var í gjárkvøldið farin ein túr í hagan, og hon var blivin illa fyri nærindis Tjørnuvíksskarð. Tí kom tyrlan eftir henni, og hon varð flutt á Landssjúkrahúsið.