Tveir smittutilburðir í gjár

Tveir smittutilburðir blivu skrásettir í gjár

Einki stendur at lesa um, hvussu hesir báðir persónarnir eru blivnir smittaðir. Um teir eru partur av kendari smittuketu ella eru testaðir positivir við komu til Føroya ella hvussu.

Í gjár vórðu 661 kanningar gjørdar, og allar kanningarnar eru liðugt greinaðar. Í alt eru 219.335 kanningar gjørdar.

Tilsamans hava nú 654 persónar fingið staðfest smittuna í Føroyum. Í alt eru 645 persónar staðfestir frískir aftur. Higartil er ein persónur deyður við koronu í Føroyum. Sostatt eru átta persónar smittaðir í løtuni.

Ein persónur er í løtuni innlagdur á Sjúkrahúsverki Føroya í sambandi við koronusmittu.