Tveir tiknir fyri rúsdrekkakoyring

Annars hevur talan verið um eina friðarliga nátt hjá løgregluni

Tveir bilførarar eru í nátt tiknir fyri at koyra ávirkaðir av rúsdrekka og bíðar løgreglan nú eftir úrslitinum av blóðroyndunum. Tað upplýsir vakthavandi á løgreglustøðini.

Fyrri bilførarin var tikin stutt áðrenn klokkan fimm í morgun á Sandoynni, meðan seinni bilførarin bleiv tikin stutt aftaná í høvuðsstaðnum.

Í báðum førum vísti kanningin hjá løgregluni, at bilførararnir vóru yvir loyvda markið, men bíðar løgreglan nú eftir endaliga úrslitinum av blóðroyndunum.

Annars hevur løgreglan havt eina rímiliga friðarliga nátt, verður upplýst av løgreglustøðini. Tó hava nógv fólk verið í býnum í høvuðsstaðnum í nátt, og hevur tað elvt til, at løgreglan hevur havt nógv at gjørt við at hjálpa fólkum, ið høvdu drukkið meira enn gott er.