Kvinnan og maðuri vóru dottin fleiri hundrað metrar niður eftir einari brættari fjallasíðu, har reyði ringurin á kortinum er.

Tvey deyð í skriðulopi á Svalbard

- Ein kvinna og ein maður eru í dag funnin deyð í skriðulopi á Svalbard, upplýsir sýslumaðurin.

Kvinnan og maðuri vóru dottin fleiri hundrað metrar niður eftir einari brættari fjallasíðu, har reyði ringurin á kortinum er.

 

Tey bæði, sum eru funnin deyð á Svalbard, eru av pólsku granskingarstøðini í Hornsund, og tey eru pólskir ríkisborgarar. Tað var í dag klokkan 11.30 lokala tíð, at sýslumaðurin á Svalbard fekk fráboðanina um vanlukkuna.

- Tey hava gingið ein túr á fjallinum, og tey eru helst gingin um ein skalv, sum er riðin undan teimum. Tey deyðu eru eyðmerkt, og nú eru vit í holt við at boða avvarðandi frá, sigur átaksleiðarin, Anders Haugerud, við norsku heimasíðuna www.vg.no.

Tað var fríggjadagin, at kvinnan og maðurin vóru farin túr av pólsku granskingarstøðini. Tá tey ikki komu aftur sum avtalað innan sunnumorgunin, fóru fólk av støðini út at leita eftir teimum.

Nakrar tímar seinni vórðu kvinnan og maðurin funnin í einum torførum atkomiligum skriðuøki undir fjallinum Kamktona eystan fyri pólsku granskingarstøðina.

Tey vóru dottin fleiri hundrað metrar niður eftir einari brættari fjallasíðu. 

- Vit sendu tyrlu við lækna og løgreglu fyri at kanna, hvat var hent og fyri at finna út av, hvussu hini fólkini á ganskingarstøðini høvdu tað. Tey deyðu eru nú flutt til Longyearbýin, sigur sýslumaðurin, Kjerstin Askholt, í tíðindaskrivi.

 

 

 

Kvinnan og maðuri vóru dottin fleiri hundrað metrar niður eftir einari brættari fjallasíðu, har reyði ringurin á kortinum er.