Tvey ferðsluóhapp fyrr í kvøld

Klokkan 16:28 fekk løgreglan fráboðan um, at ein bilur var farin útav í Funningi. Løgrelga, sjúkrabilur og sløkkilið kom á staðið, har tað vísti seg at, bilur var farin útav og lá á takinum.

- Ein persónur varð fluttur á landsjúkrahúsið, og tað er tað vit vita hava um hetta, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í kvøld.

Klokkan 17:49 fekk løgreglan boð um eitt ferðusluóhapp í Havn. Ein bilur koyrdi út, har Mimir fyrr helt til, og ein scootari kemur oman eftir Varðagøtu og rennur inn í síðuna á bilinum.

Talan er um smærri persónsskaða, upplýsir vakthavandi, sum annars sigur tað vera friðarligt á støðini í kvøld, hóast fráboðarnir av ymsum slag koma alla tíðina, men onki stórvegis er annars á vási í kvøld.