Tvey fólk á sjúkrahús eftir ferðsluóhapp

Tann eini bilførarin kann vænta sær bót og at hann má taka koyrikortið av nýggjum

 

 

Seinnapartin í gjár, og í morgun hendu tvey ferðsluóhapp, har fólk vórðu flutt á sjúkrahús til kanningar

Fyrra óhappið hendi í Gøtudali seinnapartin í gjár, har ein bilførari skuldi snara út á Landsvegin, men sum ikki helt víkiskylduna.

Sostatt brast hann saman við ein bil, sum kom eftir Landsvegnum. Løgreglan sigur, at bilarnir fingu stóran skaða og bilførarin í bilinum, sum ikki helt víkiskylduna, varð fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar.

Men hann skal eisini vænta sær eina bót upp á 2.000 krónur og at missa koyrikortið, treytað, so at hann má taka tað av nýggjum, annars missur hann tað.

Í morgun varð ein bilførari fluttur á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar, eftir at hann hevði koyrt út av á landsvegnum ímillum Lopra og Sumba.

Ein, sum kom framvið, boðaði frá óhappinum, og tey høvdu eisini samband við bilføraran, men avgjørt varð at flyta hann á Suðuroyar Sjúkrahús til kanningar.