Tvey nýggj feløg í føroysku undirhaldsvinnuni

Fimm nýggj íverksetarafeløg sóu dagsins ljós í farnu viku

Fimm nýggj íverksetarafeløg vórðu sett á stovn í farnu viku. Tað vísir seinasta yvirlitið hjá Business-Line yvir broytingar í vinnuskránni.

Av teimum fimm feløgunum eru tvey feløg, ið hvørs endamál er at virka innan føroysku undirhaldsvinnuni. Tað fyrra er íverksetarafelagið Loftbrá Filmsframleiðsla við heimstaði í Tórshavn, hvørs endamál er at framleiða filmar umframt annað virksemi í hesum sambandi. Stovnari og stjóri í felagnum er Janus Kampmann.

Hitt felagið er íverksetarafelagið BEINIR, ið hevur heimstað í Saltangará, og hvørs endamál er virksemi innan undirhaldsvinnuna, keyp og søla, eiga partabrøv í øðrum feløgum og annað virksemi í hesum sambandi. Stovnari og stjóri í tí felagnum er Beinir Troest Rasmussen.

Umframt nýggj íverksetarafeløg eru fleiri aðrar broytingar at síggja í vinnuskránni, harímillum strikan av feløgum, broytingum og nevndum og broytingar í partapeningi.

Til ber at síggja allar broytingar við at trýsta á her.