Tvey nýggj feløg stovnað innan ferðavinnuna

Fimm nýggj partafeløg blivu stovnaði í farnu viku

Tað gongur sjáldan ein vika uttan, at eitt nýtt parta-, smáparta ella íverksetarafelag sær dagsins ljós í Føroyum.

Farna vika var einki undantak, tá fimm feløg blivu sett á stovn. Av teimum vóru heili tvey, ið virka innan partar av vaksandi ferðavinnuni her á landi.

Tað fyrra er smápartafelagið Faroe Cars við heimstaði í Sørvági. Tað er eitt av kendu andlitunum innan føroysku ferðavinnuna, Kent Lindquist Christensen, ið hevur stovnað eitt felag, hvørs endamál er at keypa, selja og leiga út bilar, handil og annað starv í hesum sambandi. Hann er einsamallur stjóri í felagnum.

Hitt felagið er smápartafelagið Glyvralon við heimstaði í Saltangará. Tað eru hjúnini Birna og Terje Beinar Vestergaard, ið hava stovnað felagið, hvørs endamál er at reka virksemi innan handil, skeiðsvirksemi, catering, útleigan, ferðavinnu og íløguvirksemi umframt annað virksemi í hesum sambandi. Tey eru bæði stjórar í felagnum.

Umframt nýggj feløg eru eisini broytingar í nevndum, strikað feløg og aðrar broytingar framdar farnu vikuna. Til ber at síggja allar broytingarnar í vinnuskránni við at trýsta á her