Tvey tvíburapør á rað

Læknarnir trúði ikki sínum egnu eygum, tá ið teir kannaðu Barbaru, sum var við barn. Hetta var nevniliga aðru ferð í fýra ár, at hon skuldi hava tvíburar og tað høvdu teir ikki sæð fyrr. Barbara var skelkað, men tíbetur var papin róligur og errin og nú gleða tey seg til at flyta aftur til Føroya

Systrarnar eru stoltar og glaðar fyri at hava fingið hvør sítt systkin at rura

Systrarnar eru stoltar og glaðar fyri at hava fingið hvør sítt systkin at rura

Á pinkubarnadeildini á sjúkrahúsinum í Aalborg hoyrist nýføddur barnagrátur.  30 ára gamla Barbara Tausen hevur fyri stuttum átt tvíeggjaðu tvíburnar sínar – ein lítlan drong og eina lítla gentu.

 

– Tá eg varð við barn fyri aðru ferð, vaks búkurin sera skjótt. Og inni í mær sjálvari hevði eg eina kenslu av, at eg gekk við tveimum, hóast eg eisini visti, at tað ikki var sannlíkt, sigur Barbara Tausen.

Ivin fylti nógv hjá Barbaru, sum als ikki kláraði at fáa frið í kroppin fyrr enn hon við vissu visti, um tað var eitt ella tvey lítil hjartaljóð í lívmóðurini.

– Vit valdu tí at bóka tíð til eina privata skanning í viku níggju, og eg var so ómetaliga nervøs. Læknin spurdi, um vit høvdu roynt hetta fyrr, og eg greiddi frá, at eg átti tvíburar, og eg vildi bara vita, um eg gekk við einum ella tveimum hesuferð, sigur hon.

Lækin vissaði bæði Barbaru og Gunnar um, at sannlíkindini fyri, at tey nú aftur fingu tvíburar vóru so lítil, at tað var hon vís í ikki var tilfeldið. Hon segði Barbaru, at hon skuldi als ikki vera nervøs, tí hon fór ikki at fáa tvíburar aftur.
Síðani fór læknin at skanna búkin hjá Barbaru, sum longu tá var farin at vaksa.

– Tá sóu vit við tað sama, at har vóru tvey fostur á skerminum, flenna tey bæði.

 

Les alla samrøðuna við Barbaru Tausen og Gunnar í Dali í Vikuskiftis Sosialinum, sum er at fáa í sølubúðum kring landið og talgildur her

Systrarnar eru stoltar og glaðar fyri at hava fingið hvør sítt systkin at rura