Tvingar løgregluna at leggja kortini á borðið

43 ára gamli týskarin, Christian Brückner, sum er undir illgruna fyri at hava burturflutt Madeleine McCann, hevur nú biðið um royndarleyslating í øðrum dómi, sum hann situr í løtuni.

43 ára gamli, Christian Brückner, er undir illgruna fyri at hava burturflutt og dripið Madeleine McCann.

43 ára gamli, Christian Brückner, er undir illgruna fyri at hava burturflutt og dripið Madeleine McCann.

 

Í vikuni hevur týska løgreglan leitað eftir bretsku smágentuni, Madeleine McCann, sum hvarv í 2007, tá hon var og ferðaðist saman við foreldrum sínum í Praia da Luz í Portugál. Foreldur hennara vóru úti og ótu nærindis, tá hin knapt fýra ára gamla sporleyst hvarv úr íbúðini. Orsøkin til, at løgreglan nú hevur leitað í leivdunum av einum kolonihava nærindis Hannover er, at 43 ára gamli týskarin, Christian Brückner, í sínari tíð leigaði kolonihavan.

Sambært The Sun hevur kolonihavin ligið ónortin, síðan Madeleine McCann hvarv. Maðurin, sum nú er undir illgruna fyri at hava framt brotsgerðina, situr í løtuni ein narkotikadóm á 21 mánaðir í einum fongsli í Kiel í Týsklandi. Í juni í ár hevði hann sitið tveir triðingar av dóminum, og nú er líkt til, at Christian Brückner vil royna eina løgfrøðisliga "fintu" við einari umsókn um leyslating.

Sambært týsku ávísini - Hannoversche Allgemeine - ætlar hin 43 ára gamli nú úr fongslinum. Tað er verjin hjá týskaranum, Friedrich Fülscher, sum hevur latið inn umsóknina um royndarleyslating. Mett verður, at umsóknin fer at leggja trýst á løgregluna, sum kann gerast noydd at leggja kortini á borðið. Men, sambært Hannoversche Allgemeine hevur løgreglan enn ikki nóg avgerandi prógv, sum kunnu føra til, at hin 43 ára gamli verður varðhaldsfongslaður í málinum um Madeleine McCann.

Men, týskarin hevur longu sitið fleiri ferðir í geglinum fyri ymiskar brotsgerðir - eisini brotsgerðir móti børnum. Í 2019 varð hann eisini dømdur sjey ára fongsulsrevsing fyri at hava neyðtikið eitt 72 ára gamalt amerikanskt ferðafólk í Praia da Luz í Portugál tvey ár, áðrenn Madeleine McCann hvarv. Endaligi dómurin í hesum máli fyriliggur tó ikki enn.

Útlendskar keldur siga, at um løgreglan nú hevur funnið haldgóð prógv móti tí 43 ára gamla, sum hevur søkt um royndarleyslating, merkir hetta, at ákærumyndugleikin noyðist at biðja um loyvi til at handtaka mannin, men hetta merkir so eisini, at mótparturin harvið fær atgongd til alt kanningartilfarið, sum higartil er tøkt í málinum.

##med2##

43 ára gamli, Christian Brückner, er undir illgruna fyri at hava burturflutt og dripið Madeleine McCann.

Tað var her í íbúðarblokkinum, at Madeleine McCann og familja hennara búðu, tá smágentan hvarv.