Týr hevur mist ein lim

Ósemjur um leistin hava gjørt, at Týr nú mugu út at leita eftir nýggjum guitarleikara

Týr - Heri Joensen, Tadeusz Rieckmann, Gunnar H. Thomsen og Attila Vörös

Týr - Heri Joensen, Tadeusz Rieckmann, Gunnar H. Thomsen og Attila Vörös

Ungarski Attila Vörös hevur spælt guitar við føroyska tungmálmsbólkinum Týr í meira enn eitt ár, men tað fer hann ikki at gera í framtíðini. Týr og Attila Vörös eru blivnir samdir um at fara hvør sína leið nú.

Attila Vörös boðar í kvøld frá, at tað eru innanhýsis ósemjur, sum elva til, at samstarvið ikki heldur fram.

– Vit hava ikki verið førir fyri at finna ein felags leist fyri okkara ætlanum fyri bólkin ella tónleikastílin, skrivar Attila Vörös.

##med2##

– At taka slíka avgerð er ikki lætt; serliga tá mann hevur arbeitt við fólki, mann dámar væl. Tó trúgva vit allir upp á, at hetta var tað besta fyri allar partar. Hetta gevur Týr møguleikan at finna ta perfektu og permanentu loysnina til bólkin. Hetta gevur eisini mær ein góðan møguleika at koma út við tónleiki, sum hevur ligið á hillini í nøkur ár, sigur hann.

Attila Vörös takkar nógvar ferðir fyri konsertferðirnar og upplivingarnar, og til síðst gevur hann eitt lyfti, har hann siterar kenda lagið hjá Týr, "Hold the Heathen Hammer High":

– I’ll always hold this heathen hammer high in my heart!

Týr - Heri Joensen, Tadeusz Rieckmann, Gunnar H. Thomsen og Attila Vörös

Týr spæla konsert - Attila Vörös er fremstur til vinstru