Týr koyrdir út av spælistaði í Týsklandi

Týr vóru ikki vælkomnir á spælistaði í Hannover í gjárkvøldið

Føroyski rockbólkurin Týr er í hesum døgum á konsertferð kring Europa saman við bólkunum Heidevolk og Dalriada. 22 konsertir standa á skránni, men á trimum av konsertunum er Týr tikið av plakatini. Týr spældi tí ikki, tá ið konsertir vóru í París sunnukvøldið og Montpellier mikukvøldið, og í gjárkvøldið skuldu teir heldur ikki vera við í Hannover í Týsklandi.

Orsøkin er, at felagsskapurin Sea Shepherd hevur sett gongd á átak ímóti framførslunum hjá Týr, og í trimum førum hava fyrireikarar boðað frá, at Týr ikki er vælkomið at spæla hjá teimum, hóast avtala frammanundan var gjørd um framførslu hjá Týr saman við Heidevolk og Dalriada.

Sea Shepherd vísir í sínum átaki á, at sangarin í Týr, Heri Joensen, tekur lut í grindadrápi, og tí mælir Sea Shepherd til boykott av bólkinum.

Í gjárkvøldið gjørdi Týr sítt egna átak í móti herferðini hjá Sea Shepherd.

Týr sníkti seg á pallin í Hannover at spæla í hálvan annan minutt, og eftir stuttu framførsluna stillaðu tónleikararnir í Týr seg framman fyri áhoyrarafjøldina ílætnir troyggjur við áskriftini »Týr censored«. Eftir hetta vóru tónleikararnir í Týr bidnir um at fara av spælistaðnum, og tað gjørdu teir. Hinir báðir bólkarnir høvdu síðani sínar framførslur.

– Hetta var eitt friðarligt mótmæli. Vit verða sensoreraðir orsaka av lygnum, og tað vilja vit vísa á. Týr snýr seg um tónleik og einki annað, og hvørki vit ella okkara áhoyrarar ynskja slíkar avlýsingar, sigur Heri Joensen, sangari í Týr.

Í kvøld skal Týr aftur á pallin. Teir spæla í belgiska býnum Bomal. Konsertferðin hjá Týr, Heidevolk og Dalriada heldur fram til 27. apríl.