Týr: - Tað verður betri enn vanligt

- Tað er altíð stuttligt at spæla á G! festivalinum, sigur Heri Joensen, oddamaður í Týr

Vit hittu Hera Joensen á Spæliplássinum aftan á konsertina hjá Marius

Vit hittu Hera Joensen á Spæliplássinum aftan á konsertina hjá Marius

Klokkan 02:20 í nátt spælir legendariski tungmálsbólkurin, Týr, á Sandinum í Syrðugøtu. Heri Joensen, forsangari, er spentur upp á at trýna á pallin.

- Tað er altíð stuttligt at spæla á G! festivalinum og í Føroyum yvirhøvur, sigur hann.

Týr hava eftir hondini spælt nakrar ferðir á G! festivalinum. Heri Joensen heldur, at okkurt serligt er yvir hesum festivalinum.

- Tað serliga við G! er umhvørvið, stemningurin og landslagið. Tað sær ikki so nógv øðrvísi út enn á Summar Festivalinum, men hetta er eitt meira innilokað umhvørvið, og tað gevur kanska ein serligan stemning. Hetta er meira bygdasligt uppá tann heilt góða mátan, sigur hann.

Heri Joensen lovar eitt brak av einari konsert í nátt. 

- Vit fara at spæla eitt sindur av gomlum løgum og nøkur nýggj løg eisini. Kanska helvt um helvt. Tað verður tað vanliga, sum vit plaga at gera, men tað verður helst eitt sindur betri, tí vit eru meira royndir nú, umframt at vit eisini hava givið eina fløgu út aftrat.

Vit hittu Hera Joensen á Spæliplássinum aftan á konsertina hjá Marius