Týr við nýggjum videolagi

Nýggja videolagið til Ragnars kvæði kann síggjast her

Skermmynd: Hesum manninum fylgja vit í videolagnum til Ragnars kvæði

Skermmynd: Hesum manninum fylgja vit í videolagnum til Ragnars kvæði

"Hvørki fekk hann Ragnar kongur

frið um nátt rógv ella dag,

fyrr enn hann hevði knørrin smíðað

suður yvir hav....."

 

 

Soleiðis syngur Heri Joensen, oddamaður í Týr í nýggja sangi teirra, har teir tulka Ragnars kvæði. Teir hava júst latið nýtt videolag úr hondum, og tú kanst síggja flotta úrslitið her.

 

 

8. mars kemur nýggja fløgan HEL út. Týr fara í næstum á stóra evropeiska konsertferð. Umfatandi konsertferðin fer at bakkastokki í Rotterdam í Hollandi 5. apríl.