Týr vunnu á teldusníkunum

Føroyski tungmálmsbólkurin hevur fingið sína facebooksíðu aftur

Soleiðis sær facebooksíðan hjá Týr út í dag

Soleiðis sær facebooksíðan hjá Týr út í dag

Nú hava limirnir úr tungmálsbólkinum Týr aftur fingið ræði á sínari facebooksíðu. Týskvøldið slettaðu hakkarar alt innihaldið á síðuni og blakaðu Týr-umsitararnar av fyri so at leggja tilfar út av asiatiskum kvinnum.

Men nú hava Týr fingið tamarhald á síðuni aftur. Teir skriva soleiðis:

- Um tú bleivst útihýstur frá síðuni av hakkaranum, send okkum so eini boð. Tú sært væntandi ikki hesi boðini, um tú ert útihýstur, men send so boðini til facebooksíðuna hjá Hera Joensen.

Les eisini: - Onkur roynir at oyðileggja okkara konsertferð

Soleiðis sær facebooksíðan hjá Týr út í dag