Tyrlan eftir persóni í Ormadali

Tað varð skjótt atborið, tá ið Tyrlan mátti at hjálpa fólki úr haganum

Mynd: Ritzau / Scanpix

Mynd: Ritzau / Scanpix

Boð vóru í dag eftir bjargingartyrluni at fara eftir einum persóni, ið hevði meiðslað sær beini í haganum.

Tað var um 17 tíðina í dag, at MRCC-støðin fekk fráboðan um, at ein persónur, ið var staddur í Ormadali, tað er norðarlaga á Viðoynni, hevði tørv á hjálp.

Vakthavandi á MRCC-støðini upplýsir, at viðkomandi var farin í hagan saman við øðrum persónum, tá hann var óheppin og meiðslaði sær beinið.

Viðkomandi megnaði ikki at ganga heim aftur sjálvur og tískil bleiv avgerð tikin um, at bjargingartyrluna skuldi fara eftir viðkomandi og flyta hann á Landssjúkrahúsið.

Og tað gekk skjótt fyri seg, tí longu ein tíma eftir, at MRCC-støðin fekk fráboðanina, setti tyrlan seg í Havn við sjúklinginum.

Mynd: Ritzau / Scanpix