Tyrlan hjálpti til við Heinastovu

KFUM skótarnir í Havn, sum vanliga verða kallaðir grønu skótarnir í Havn, hava nú fingið eina smáttu aftrat.

Frammanundan átti skótaliðið Bogasmáttu úti í Havnadali, og seinasta árið hava eldsálir í skótaliðnum arbeitt við at bøta um eitt gamalt torvhús í Likkudali, og nú er komið á mál.

##med2##

- Nýggja smáttan fer at hava nógv at siga fyri okkum. Smáttan er úti í náttúruni, tað hevur sjálvandi nógv at siga, og økið er fantastiskt til kappingar og annað. Landslagið er serligt í Likkudali, har eru nógv gil, so økið er gott til kunningar- og forðarenningar, sigur Bogi Sigurstein, ið hevur verið høvuðsmaður handan arbeiðið at setta smáttuna í stand.

Tað eru góðir seks kilometrar frá smáttuni í Havnadali út í smáttuna í Likkudali, og hetta gevur eisini betri møguleikar til skótavirksemi, so sum gongutúrar, heldur Bogi Sigurstein.

Hóast smáttan nústaðni stendur klár, so hevur hon langa søgu. Heini Hansen, sum var leiðari hjá KFUM skótunum á Argjum, hevði fingið eyga á gomlu torvhúsini, og hann spurdi bóndan um loyvi at seta tey í stand til skótasmáttu - og bóndin játtaði.

##med4##

Fleiri leiðarar løgdust aftrat arbeiðinum, og teir fóru í gongd at bera grót, laga grót og leggja trom á húsini.

- Men so hendir tað, at Heini Hansen doyr í 1997, 19 ára gamal. Arbeiðið við smáttuni datt niðurfyri, og seinni dettur so skótaliðið á Argjum eisini niðurfyri. Smáttan stóð so í órøkt, til vit fóru í gongd við hana aftur.

Bogi Sigurstein greiðir frá, at tað var ein serlig orsøk til, at hann fór í holt við smáttuna.

- Vit vóru á LPK (landspatruljukapping, red.) á Selatrað í fjør, og Bergur Debess Joensen hevði leguguðstænastu. Hann hevði verið partur av skótunum á argjum fyrr og heitti so á meg at seta smáttuna í stand. Eg ivaðist, um vit skuldu fara í gongd við arbeiðið, tað er jú eitt stórt arbeiði. Tá eg kom til Havnar aftur, gekk eg og putlaði inni í hølunum hjá KFUM, og so kom eg fram á ein gamlan slíðraknív. Tá eg so hyggi eftir hesum slíðranum, stendur "Heini Hansen" á, og eg helt, at tað kundi simpulthen ikki passa, at eg skuldi koma fyri einum slíkum samantreffi, sigur Bogi Sigurstein.

##med5##

Bogi Sigurstein setur sær so fyri at fara í gongd. Skótaliðið á Argjum átti 140.000 krónur, ið stóðu eftir á bók, meðan Føroya Ungdómsráð játtaði 35.000 krónur til verkætlanina. Bergur Debes Joensen fær loyvi frá bóndanum og Búnaðarstovuni, og síðani er klárt at fara í gongd.

Næmingar á timburdeildini á Glasi hava tikið sær av tí mesta av tí, sum er uttaná, og til lætta fyri Boga Sigurstein og hinar grønu skótarnar hava tyrlurnar hjá Atlantic Airways flogið tað mesta av tilfarinum niðan til smáttuna.

##med3##

Smáttan stendur nú klár - innan og uttan. Smáttan, ið er umleið 26 fermetrar ,hevur køk, vesi, alrúm og durð, umframt at hemsa er við soviplássi til átta ella níggju fólk. Smáttan hevur fingið navnið Heinastova eftir Heina Hansen, ið av fyrstani tíð fór undir at gera smáttuna.

##med6##

Í sambandi við, at smáttan stendur liðug, hevur skótaliðið gjørt av at hava peningainnsavnan til almennu móttøkuna mánadagin, har helvtin av peninginum fer til skótarnar, og hin helvtin fer til barnadeildina á Landssjúkrahúsinum. 

##med7##

Soleiðis sá Heinstova út, áðrenn KFUM skótarnir í Havn fóru at seta hana í stand

Tyrlan flýgur tilfar niðan í Likkudal