Týsdagin steðgar øll flúgving hjá Atlantic Airways

Jóhanna á Bergi, stjóri á Atlantic Airways, sigur, at týsdagin steðgar øll flúgving hjá Atlantic Airways

Um vikusiftið og fram til mánadagin verður arbeitt við at fáa føroyingar úti í heimi, heim til Føroyar. Meir verður ikki flogið.

– Vit fara eftir føroyingum, sum eru úti í heimi, men annars fara vit at steðga flúgvingini, sigur Jóhanna á Bergi við Kringvarpið.

Hon upplýsir, at framyvir verður bara flogið tað, sum er heilt neyðugt, millum annað ísambandi við sjúkraflutning og vinnulívið.

Hon vísir á, at framyvir verður eingini flúgving millum annað til Bergen, Reykjavík, Edinburgh og París.

Steðgurin verður fram til 13. apríl.