Tað var her, at skalvalopið á Svalbard gjørdi enda á tveimum týskum ferðafólkum. Mynd: Sýslumaðurin.

Týskarar doyðu í skalvalopi á Svalbard

Leiðslan í Longyearbýnum hevur skipað eina kreppumiðstøð, har fólk, sum á ymiskan hátt eru rakt av vanlukkuni, kunnu fáa kreppuhjálp

 

Tað var her, at skalvalopið á Svalbard gjørdi enda á tveimum týskum ferðafólkum. Mynd: Sýslumaðurin.

 

Týskararnir vóru á ferð við kavaskutara saman við øðrum ferðafólkum og ferðaleiðarum, tá skalvalop tey tey. - Vit hava nú fingið váttað, at talan var um eitt skalvalop, sigur samskiftisráðgevin hjá sýslumanninum á Svalbard, Terje Carlsen, við Svalbardpostin.

Tað var stutt fyri klokkan 15, at sýslumaðurin fekk boð um, at tvey fólk vóru saknað í skalvalopinum einar 15-20 kilometrar sunnan fyri Barentsburg á Svalbard.

Týsku ferðafólkini vórðu funnin av øðrum, sum vóru við í ferðalagnum. Tá lækni kom á staðið um 17-tíðina, vórðu tey bæði týsku ferðafólkini staðfest deyð. 

Samskiftisráðgevin hjá sýslumanninum sigur, at tey hava sett í verk eina kanning, og sjálvur sigur Terje Carlsen seg ikki við at siga um smálutirnar, tá hendingin fór fram, og týsku ferðafólkini lógu eftir á.

Læknin fleyt ávegis til leiðina í einari tyrlu, og síðan varð koyrt á kavaskutara seinasta teinin til økið, har syrgiliga hendingin fór fram. Sýslumaðurin fór eisini á staðið við bjargingarfólki og hundi.

Leiðslan í Longyearbýnum hevur skipað eina kreppumiðstøð, har fólk, sum á ymiskan hátt eru vorðin rakt av vanlukkuni, kunnu fáa kreppuhjálp. Týska sendistovan í Oslo hevur eisini fingið boð um vanlukkuna.

Tað var her, at skalvalopið á Svalbard gjørdi enda á tveimum týskum ferðafólkum. Mynd: Sýslumaðurin.