Uha, uha - hatta var fantastiskt!

Í kvøld gjørdist Høgni Petersen í Saltnesi eina miljón ríkari.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Høgna Petersen, sum í kvøld gjørdist miljóningur.

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Høgna Petersen, sum í kvøld gjørdist miljóningur.

 

Tað var Høgni Petersen í Saltnesi, sum í Gekka-spælinum í kvøld fekk fulla plátu og slapp at snara gekka-hjólinum.

Høvuðsvinningurin var á 2,9 miljónir skattafríar krónur, og Høgni Petersen valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við einari miljón í hvørjum leypi.

Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 skattafríar krónur. Men, Høgni Petersen helt fyri, at hann valdi at "... koyra einaferð aftrat". 

Og rætt gjørdi hann, púra rætt!

Í aðru royndini steðgaði gekka-hjólið - stille og roligt - á bláa leypinum við einari miljón skattafríum krónum í. Og tá var lív. - Áh, det lív, ið bleiv, segði gekka-verturin, Magnus Magnussen, tá skríggj og róp hoyrdust aftan fyri hepna vinnaran.

- Nú ert tú eina miljón ríkari, segði Magnus Magnussen, og í hinum endanum hoyrdist ein ovurfegin, Høgni Petersen, siga:

- Uha, uha - hatta var fantastiskt, heilt ótrúligt, segði ungi maðurin úr Saltnesi, Høgni Petersen, sum takkaði fyri stóra vinningin.

 

 

 

Myndin er av Facebook-síðuni hjá Høgna Petersen, sum í kvøld gjørdist miljóningur.