Ulla er stjóri í mannfólka verð

– Varð eg spurd í 2016, um eg vildi vera stjóri í Elektron, hevði eg nokk biðið nevndina funnið ein annan, sigur 52 ára Ulla Joensen úr Oyndarfirði um tíðina fyri, at hon varð sett í starv sum stjóri í KT-fyritøkuni Elektron

– Varð eg spurd í 2016, um eg vildi vera stjóri í Elektron, hevði eg nokk biðið nevndina funnið ein annan, sigur 52 ára Ulla Joensen úr Oyndarfirði um tíðina fyri, at hon varð sett í starv sum stjóri í KT-fyritøkuni Elektron.

Men tað er ikki tí, hon ikki megnar uppgávuna.

– Eg eri sjálvatfinningarsom, sum so nógvar aðrar kvinnur, og tí vil eg ofta vera vís í, at eg megni uppgávuna, áðrenn eg takki ja.

– Eg ivist tó í, um ein kvinnuligur stjóri er øðrvísi enn ein mannligur stjóri. Tað eru somu avgerðir, sum skulu takast. Dugir stjórin at taka atlitini, sum leiðararnir koma við, eru avgerðirnar tiknar í breiðum høpi, líkamikið um tað er ein maður ella kvinna, sum situr í starvinum, sigur hon.

– Kvinnuligir stjórar fáa tó fleiri spurningar um heimaviðurskifti, enn mennirnir fáa. Mannligir stjórar verða ikki spurdir, hvussu teir náa at heinta børnini, vaska húsini og gera mat. Hví verða teir ikki spurdir um tað? Spyr hon.

Og í svari til sín egna spurning, sigur hon kvikliga, at arbeiðsuppgávan ikki er øðrvísi fyri kvinnur enn menn. Tað er hugvekjandi, at vit leggja mentanararvin á kvinnurnar og ikki á mennirnar. Og vit gera tað enn í dag.

 

Les longri samrøðu við Ullu Joensen í blaðunum Vinnan, sum er at finna í Vikuskiftis Sosialinum hetta vikuskifti.

Øll greinin hann lesast í Sosialinum, sum er at fáa í leysasølu kring landið