Um fá ár eru útoyggjarnar bara spælipláss hjá teimum vælbjargaðu

Er tað hetta, politikarar vilja, er bara at halda fram at gera einki

Útoyggjarnar eru í ferð við at vera avtoftaðar, sigur Útoyggjafelagið. Hendan myndin er úr Svínoy

Útoyggjarnar eru í ferð við at vera avtoftaðar, sigur Útoyggjafelagið. Hendan myndin er úr Svínoy

Sum gongdin er í dag á útoyggj, ganga bert fá ár, til útoyggjarnar ikki eru búsettar longur, men eru vorðin til spælipláss hjá nøkrum fáum vælbjargaðum fólkum.

Tað staðfestir Útoyggjafelagið í eini viðmerking, nú valstríðið til løgtingsvalið er í hæddini. 

Umstøðurnar hjá teimum, sum búgva fast fast á útoyggj, eru vánaligar, og mangan truplar eisini, bæði  hvat samferðslu, farmaflutningi, og øðrum tænastum viðvíkur.

Vansarnir við at búgva á útoyggju eru rætt og slætt søtrri enn fyrimunirnir, sigur Útoyggjafelagið.

Tey vísa á, at tað er torført at fáa vinnuligt virksemi á útoyggj, tí tað fæst ikki fígging til íløgur, flutningurin er vánaligur.

– Tað er ómøguligt hjá yngra ættarliðnum at seta búgv, tí tað eru ongir bústaðir og grundstykkir ella leiguíbúðir, eru ikki at fáa.

Tað er lættast hjá teimum, ið búgva aðrastaðni, og sum eru væl fyri, bæði fakligum og fíggjarligum, at keypa sær hús og jørð á útoyggj, og at seta ferðvinnuvirksemi í gongd.

– Har summarhúsútstykking er, er eisini gjørligt at byggja hús við øllum hentleikum til útleigan.

Henda støða ber við sær ein sosialan ójavna. Og sum frá líður, fer hesin ójavni at gerast alsamt sjónligari, tí tey, sum búgva fast á útoyggj, hava bert tað sum er á staðnum at ráða yvir, og noyðast at liva við teimum avmarkingum, tað hevur.

– Ofta er viðlíkahaldsarbeiðið og at røkja bø og haga størsti partur av virkseminum, meðan nøkur megna at hava eitt sindur av ferðavinnu afturat, umframt tey, sum fara av oynni at arbeiða.

Tað eru nógvar orsøkir til skeivu gongdina, men fyrst og fremst er tað atgerðarloysi frá politisku skipanini í Føroyum í áratíggjur, sigur felagið.

– Hóast víst er á skeivu gongdina óendaliga ferðir, manglar tilrættalegging og lóggeving á flest øllum økjum, og her verður serliga hugsað um bústaðarøkið, jarðarlóggávu, umhvørvislóggávu, tænastuveitingar o.a.

Tað er ein avtofting ávegis. Føstu búsetingarnar á útoyggj koma at verða avloystar av summarhúsum og ferðavinnu, rikin av meginøkinum.

– Er hetta tað, Føroyar vilja, er tað ein løtt loysn, tí so er bara at halda fram at gera einki við støðuna. Men er tað ikki hetta, Føroyar vilja, er tað neyðugt at bøta munandi um umstøðurnar alt fyri eitt, sigur Útoyggjafelagið. 

Útoyggjarnar eru í ferð við at vera avtoftaðar, sigur Útoyggjafelagið. Hendan myndin er úr Svínoy