Um níggju dagar fáa vit ein trupulleika

– Men vit eru samd um, at ein loysn skal finnast, sigur landsstýrismaðurin

Helgi Abrhamsen, aftan fyri Bjarna Hammer, heldur fast við, at pengar skulu ikki játtast enn

Helgi Abrhamsen, aftan fyri Bjarna Hammer, heldur fast við, at pengar skulu ikki játtast enn

Um níggju dagar, tann 15. november, standa vit í teirri støðu, at eingin er at taka ímóti spillolju frá skipum og virkjum.

Tað sigur Helgi Abrahamsen, landsstýrismaður í umhvørvismálum. Men hann hevur kortini ikki slept vónini um at finna eina loysn.

IRF hevur havt eitt virki, har tey hava tikið ímóti spillolju. Á virkinumer oljan reinsað og seld víðari. Men nú hevur størsti keyparin boðað frá, at tey gevast at taka ímóti reinsaðari spillolju.

https://www.in.fo/news-detail/news/nu-er-stoedan-alvarslig/Les eisini: Nú er støðan álvarslig

Sostatt missur IRF inntøkuna, tey hava havt at selja reinsaða olju, og tískil hava tey søkt landsstýrið um eina eykajáttan upp á 2,4 milliónir í ár. Men tað hevur landsstýrið sýtt fyri.

Spilloljuvirkið er ikki partur av vanliga virkseminum hjá IRF, og tá ið tey ikki fingu pengarnar, hava tey boðað frá, at so gevast tey at taka ímóti spillolju tann 15. november.

Stjórin í IRF sigur, at vandi er fyri, at tað kann elva til ringastu umhvørvisdálking í Føroya søgu, tí IRF tekur ímóti umleið 6.000 rúmmetrum av spillolju um árið.

Hann hevur eisini sagt, at hallið er einar 25.000 krónur um dagin, og tí heldur virksemið upp at.

https://www.in.fo/news-detail/news/kann-verda-til-stoerstu-umhvoervisdalking-i-foeroya-soegu/?no_cache=1Les eisini: Kann verða størsta umhvørvisvanlukka í Føroya søgu

Fleiri løgtingslimir halda, at støðan er sera álvarsligt og at tað er bráðneyðugt at játta pengarnar fyri at forða fyri, at oljan bara verður stoytt á sjógv, ella í náttúruna.

Men Helgi Abrahamsen heldur ikki, at vit skulu leypa fram av. Hann sigur, at nú fer hann á fund við IRF fyri at kanna møguleikarnar fyri at loysa málið.

Hann hevur hildið, at IRF eigur at troyta aðrar møguleikar fyri at fáa neyðugu inntøkurnar, og tað heldur hann fast við, eisini eftir t IRF hevur boðað frá, at virksemið heldur uppat.

Men samstundis heldur hann eisini, at full semja er um, at ein loysn skal finnast, tí vit skulu ikki aftur í ta støðu, at olja verður stoytt í náttúruna, tí tað slepst ikki av við hana.

Annars heldur Helgi Abrahamsen, at við hesi avgerðini leggur IRF størri trýst á limakommunurnar enn á landsstýrið, tí kommunurnar eiga IRF.

Helgi Abrhamsen, aftan fyri Bjarna Hammer, heldur fast við, at pengar skulu ikki játtast enn