Umhvørvisvanlukka á Mauritius

- Eg eri so illur. Umhvørvið her er serstakt, sigur fyrrverandi parlamentslimurin á Mauritius, Sunil Dowarkasing.

Tungolja spjaðir seg nú í krystallklára sjónum kring oynna.

Tungolja spjaðir seg nú í krystallklára sjónum kring oynna.

 

Tað var í endanum av juli, at skipið MV Wakashio fór á land út fyri Pointe d'Esny í Mauritius. Nú er hol komið á skipið, og olja lekur í havið. Hetta sær alt annað enn gott út fyri umhvørvið kring skipið.

Sambært Washington Post er hetta eitt øki við koralrivum og smáum oyggjum, har fleiri hótt djórasløg liva. - Eg eri so illur. Umhvørvið her er serstakt. Her eru sløg av korallum, sum kunnu liva í meira enn 100 ár. Korallirnar vóru júst byrjaðar at koma aftur eftir 15 ára arbeiði.

Tað sigur ein fyrrverandi parlamentslimur á Mauritius, Sunil Dowarkasing, við Washington Post. Myndir, sum eru tiknar á leiðini, vísa svarta olju, sum spjaðir seg í krystallklára sjónum kring oynna. Myndugleikarnir í Mauritius sendu í gjár út ávaring til fólkið á oynni, har heitt varð á fólk um at halda seg burtur.

Sum skilst, eru allar royndir higartil at taka oljuna upp úr skipinum miseydnaðar, tí stórar aldur hava verið á leiðini. Skipið er úr Japan, sum tað er skrásett í Panama. Sambært lokalum keldum á Mauritius hevði skipið 200 tons av diesel og 3.800 tons av tungolju, tá tað fór á land.

Sambært AFP sigur felagið, sum eigur skipið - Nagashiki Shipping - at tey fylgja støðuni neyvt. - Vit taka umhvørvið í størsta álvara, og vit vilja samstarva við aðrar aktørar um loysn, eins og vit vilja gera tað, vit kunnu, fyri at verja umhvørvið og byrgja upp fyri dálking í økinum.

##med2##

Tungolja spjaðir seg nú í krystallklára sjónum kring oynna.

Myndugleikarnir heita nú á fólk um at halda seg burtur.