Ummælari: Teitur við góðum og hugsunarsomum sangum

17 apríl gevur Teitur Lassen út nýggja útgávu. Tað er ein EP við 4 løgum, sum eitur Modern Era og sum Teitur eftir ætlan skuldi framføra á eini stórari turné. Ferðin er eyðvitað avlýst orsakað av covid-19, skrivar Kinna Poulsen á Listaportal.com, har hon ummælir nýggju fløguna.

 At tónleikurin gevur einum slíkar upplivingar er kanska ikki heilt óvanligt, men mátin Teitur serverar hesar upplivingar er av sonnum óvanligur. Hann dugir at mynda eitt huglag og ein sang soleiðis, at hann tykjast vaksa upp burtur úr ongum og av tilvild, soleiðis at tú sum lurtari ert púra avslappað - alt er fullkomiliga vanligt og gerandisligt sum vart tú í ferð við at eta eina rugbreyðflís við hummus ella leggja handklæði saman. Sum lurtari sleppur tú øllum og gloymir alt, eisini væntanir um stórbærar upplivingar, tú ert bara til og tá er tað, at kensluborna røddin og tær mjúku, sveimandi akkordirnar raka og tendra tína lukkukenslu og sorgblídni, men eisini okkurt skálkabrosið, sigur ummælarin millum annað.

Tað einasta keðiliga við útgávuni er, at hon ikki er ein dupult LP, skrivar Kinna Poulsen.

Les alt ummæli her

http://www.listaportal.com/tidindi/2020/3/27/teitur-modern-era?fbclid=IwAR0vZnHQ_PZb2farxkpOWYG5XuhBXr4nUuCrgt2QKpBcRH3YzOac3Ooo-To