- Umráðandi at virka fyri at sosialari burðardygd

Tað sigur nýggj frágreiðing um støðuna hjá viðbreknum og marginaliseraðum ungdómi í Norðlendska útjaðaranum.

Nýggja frágreiðingin er tøk á heimasíðuni hjá Nordregio.

Nýggja frágreiðingin er tøk á heimasíðuni hjá Nordregio.

NORDREGIO, sum er altjóða granskingardepil fyri regionalari menning og tilrættislegging, hevur útgivið nýggja frágreiðing um støðuna hjá viðbreknum og marginaliseraðum ungdómi í Norðlendska útjaðaranum.


- Frágreiðingin hyggur serliga at høvuðsorsøkunum til landafrøðiliga ójavnan hjá ungfólki í Norðurlondum í mun til fráfall í skúlanum, ungdómsarbeiðsloysi og sokallaðan NEET-ungdóm (“not in education, employment or training”), skrivar Fróðskaparsetur Føroya á síni heimasíðu.

Millum høvundarnir eru Firouz Gaini, sum er granskari á Søgu- og samfelagsdeildini, og hevur skrivað um føroyska ungdómin í mun til arbeiðsloysi og útbúgving.

- Verkætlanin vísir á, at tað er umráðandi at virka fyri at sosialari burðardygd í mun til regionala menning. Verkætlanin knýtir seg at fjórða ST heimsmáli um burðardygga menning á tann hátt, at hon talar fyri, at tey ungu skulu hava ein týðandi leiklut í arbeiðinum fyri at røkka málinum. Tey eiga at hava atgongd til stóru avgerðirnar, sum skapa framtíðina, verður sagt.

Verkætlanin arbeiðir við spurningum, sum Nordic Arctic Working Group 2013-2017 ynskti at fáa greiði á. Eisini Nordic Co-Operation Programme for Regional Development and Planning hevur saknað nýggja vitan um ungdóm og marginalisering í Norðurlondum.  

Nýggja frágreiðingin er tøk á heimasíðuni hjá Nordregio.