Umrøða: Eivør fyri fullum seglum

Eivør hevur givið út nýggja útgávu, nevnd Segl. Í hesum sambandi hevði hon fleiri konsertir í Norðurlandahúsinum um vikuskiftið.

Eivør er væl umtókt, men ein av orsøkunum til at talan varð um fleiri konsertir er, at bert 100 fólk sluppu til hvørja konsert, orsakað av koronasmittuni. Og tað var ein serstøk uppliving at sita í Norðurlandahúsinum til stóra konsert, men har onnurhvør stólarøð var tóm,  og tey sum høvdu keypt atgongumerki saman sótu saman, men so var tómt setur ímillum áhoyrararnar.

Spenningur var í luftini, nú Eivør kom við nýggjum tilfari og partvís nýggjum bólki. At manning verður skift merkir oftast, at ljóðmynd og kanska tilgongd til tónleikin annars broytist nakað.

Eivør og manning komu á pall. Beinanvegin hevði Eivør fjøldina við sær, og ljóðmaðurin var ikki pírin, tá hann snaraði volumuknøttinum. Men tað gjørdi onki, tí ljóðmyndin var sum hon skuldi frá fyrstu løtu.

Fyrstu løgini ljómaðu, Eivør heilsaði og samskifti við fjøldina.

Nýggja tilfarið, ella ljóðmyndin, er lík tí, sum vit kenna á tann hátt, at enn sum áður hava vit trummur, Eivør á guitar viðhvørt, og so nógv av tangentum og synth, og trummur og hartil trummupad við ymsum ljóðum, effektum.  Hetta venda vit aftur til.

Eivør dugir sum fáur at fáa fjøldina við. Bæði tá hon syngur og spælir, og ikki minst tá hon, á sín egna og sjarmerandi hátt, greiðir frá og samskiftir við fjøldina. Hon segði eisini, tá komið var áleiðis í konsertini, at hon var greið yvir, at tað var ikki lætt hjá lurtarafjøldini at gloypa nýggjum tilfari, men sigast skal um nýggja tilfarið, at Eivør hevur ikki mist seg sjálva burtur. Hon er farin eitt fet – lat okkum siga víðari, men tó ikki so langt frá tí sum vit kenna. Løgini eru sterk og tekstirnir góðir. Her hevur hon m.a samstarvað við Marjuna Syderbø Kjælnes og Lenu Andersen.

Tó fingu vit nøkur eldri, kend løg. Hugtakandi er løtan altíð, tá Eivør við trummu einsamøll fyllir eina konserthøll við lagnum Trøllabundin. Fantastiskt!

Og framførslan var frá enda í annan einastandandi. Topp professionelt! Hetta eru fólk, ið duga og vita hvat tey gera. Ljóð og tónleikur var í serflokki. Her kundi ein, sum  skriva nógvar reglur afturat, men bert fyri at endurtaka, hvussu vælleikandi manningin er, sum spælir undir hjá hesi fyrstafloks sangarinnuni, sum kallast Eivør.

Ein freistast at siga, at Eivør ikki longur bara er ein persónur sum syngur, men ímyndin av einum soundi, einum máta at tulka og syngja, har góðskan er, so onki er at seta fingurin á.

Tað eru longu mong ár síðani, at Eivør byrjaði at hava tætt samstarv við ljóðmannin, tá hon er á palli, og hann kennir minsta brot í framførsluni, og veitt júst nær ymsu effektknøttarnir skulu nýtast; hugtakandi samstarv.

Stutt og greitt er talan um gott, nýtt tilfar, sum er á nýggju útgávuni Segl, og sum um vikuskiftið bleiv framført til UG í Norðurlandahúsinum.

Tónleikur er altíð talan um, hvat hvør einstakur heldur er gott – um smak.

Skuldi eg sagt okkurt, sum eg hevði viljað havt øðrvísi, so hevði tað til dømis verið tey mongu løgini, sum flóta avstað á synth og padljóðum.

Tað fer ov nógv “yoga og meditatión” í hetta í ov drúgva tíð. Altso til mín smak! At menn standa húkandi og spæla, skrúva og trýsta gerst skjótt í ov stóran mun vent inneftir fyri meg. Eg sakni ein puls viðhvørt. Eitt organiskt ljóð, ein guitar ella ein bass. Puls! Men eg eri nokk bara hektaður av hesi bylgjuni, og koyri enn diesel, meðan el-bilarnir eru in.

Men fyri meg var t.d. lagið This City kærkomið í konsertskránni.

Men rætt skal vera rætt, løgini eru væl løgd tilrættis, so oftast koma tey upp i eitt hæddarpunkt, sum stundir líða. Men eg saknaði, at ein guitari kom inn ella at Blak tók bassin í hondina oftari.

Men á skuggasíðuni er lítið at koma eftir, tí Eivør, Mikael Blak, Per I. Højgaard Petersen og Mattias Kapnas høvdu eina einastandandi og orkufulla konsert, hóast flótandi løturnar, og spælt varð fyri fullum seglum. Betur kann tað neyvan gerast. Og Theodor Kapnas  handan ljóðpultin eigur ikki at verða gloymdur, og heldur ikki ljósmaðurin.

Her kann bert vera talan um fult stiga- ella stjørnutal.

Ein góð og sterk heildaruppliving, og sum útgáva kemur Segl óivað at standa sera sterk. Ikki minni sterk, tá ein hevur upplivað hetta live í Norðurlandahúsinum.

##med2##

##med3##

##med4##

##med5##

##med6##

##med7##

##med8##