Umrøddu stuðulsverkætlan í Kjadd

Í gjár hitti landsstýrismaðurin við uttanríkis- og mentamálum, Jenis av Rana, Bedingar Ngarossorang, verkætlanarleiðari fyri “Life Skills”-verkætlanina í Kjadd, sum landsstýrið stuðlar, og aðalskrivaran í altjóða Bláa Krossi, Anne Babb

Jenis av Rana, Anna Babb og Bedingar Ngarossorang

Jenis av Rana, Anna Babb og Bedingar Ngarossorang

Landsstýrið stuðlar verkætlanini umvegis Bláa Kross Føroyar og altjóða Bláa Kross.

Tað er Blái Krossur í Kjad, sum stendur fyri verkætlanini, og Bedingar Ngarossorang er leiðari av hesi verkætlan.

Í summar undirskrivaðu táverandi landsstýrismaðurin við uttanríkis- og vinnumálum, Poul Michelsen, og aðalskrivarin í Bláa Krossi Føroya, Petur Jákup Petersen, eitt semjuskjal um at skipa ein leist fyri altjóða menningarsamstarvi.

Samstarvið fevnir um menningarátøk yvir trý ár, har dentur millum annað verður lagdur á máttmenning (capacity development) innan raðfestu økini, sum eru heilsa og at útbúgva børn og ung – serliga gentur, sum skulu fáa førleikar til at kunna lívbjarga sær á haldgóðum grundarlagi.

Hesi átøkini eru í samsvari við tey mál, sum Føroyar hava sett, og eisini í tráð við heimsmálini hjá ST, skrivar uttanríkis- og mentamálaráðið.

Á fundinum varð landsstýrismaðurin kunnaður um verkætlanina “Life Skills and Peer Education.” Endamálið við verkætlanini er millum annað at hjálpa ungum úr rústrupulleikum og at fyribyrgja harðskapi. Verkætlanin hevur eisini til endamáls at stuðla undir, at tey ungu gerast meira kensluliga, sosialt og fíggjarliga sjálvbjargin.

Kjad hevur áleið 11 milliónir íbúgvar. Av teimum liva 61,9% undir fátækramarkinum, sum er 1,25 dollarar um dagin, sum svarar til 8,42 danskar krónur.

Landið hevur verið merkt av ófriði, nógvum hernaðarkvettum og borgarakríggi seinastu 30 árini. Tað er eitt oyðimarkaland sunnan fyri Libya og umframt nevndu avbjóðingar, hava turkur og hungursneyð eisini rakt landið seinastu árini. Alt hetta ger støðuna sera trupla í hesum landið.

Í Kjad eru rúsevnismisnýtsla og kynsrelateraður harðskapur eisini stórar avbjóðingar.

Jenis av Rana, Anna Babb og Bedingar Ngarossorang