Umsetningurin fyri mat voksin

Umsetningurin fyri vørubólkin matvørur og alkoholfríar drykkivørur er voksin við 6,5 prosentum í 4. ársfjórðingini í fjør samanborið við sama ársfjórðing árið fyri.

Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovuni fyri smásølu, sum eru almannakunngjørd í dag.

Somuleiðis er umsetningurin fyri vørubólkin klædnavørur og fótbúnaður voksin við 4,1 prosent,

– Eftir støðugan miðalprís seinastu 10 árini, er miðalprísurin seinasta árið øktur nakað, og verður hædd tikin fyri hesum prísvøkstri, er tekin um, at nærum somu mongdir eru seldar av klæðum og fótbúnaði í nevndu ársfjórðingum, skrivar Hagstovan.

Umsetningurin fyri húsbúnað og húsarhaldsútgerð er hinvegin minkaður við fimm prosentum, sigur Hagstovan.