Umsitingarætlan og veiðiregla skal stýra fiskiskapinum

Fiskiskapurin eftir botnfiski í Føroyum skal í framtíðini stýrast av eini umsitingarætlan og veiðireglu, sum ásetir fiskidagatalið. Petur Steingrund, fiskifrøðingur, heldur hetta vera eina góða sjálvstýrandi skipan

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni

– Veiðireglan er ein góð, langtíðar og sjálvstýrandi skipan. Men hon skal eisini eftirmetast eftir tørvi og í seinasta lagi í 2023, sigur Petur Steingrund, fiskivinnufrøðingur á Havstovuni.

Nýggja veiðireglan byggir á, at fiskidagarnar halda fram. Veiðireglan leggur upp til, at botnfiskaflotin er býttur sundur í tvey. Bólkur 2 eru teir, sum fiska upsa á djúpum vatni, meðan bólkur 3-5 eru teir, ið fiska tosk og hýsu sum høvuðsfiskasløg. Fiskidagarnar kunnu broytast ymiskt fyri hesar báðar høvuðsbólkarnar.

Skulu dagarnir hækkast, lækkast ella vera óbroyttir verður avgjørt út frá einum roknistykki, sum nevndin er komin fram til.

Lesið alla samrøðuna við Petur Steingrund í Sosialinum, sum er komin út í dag. Har eru eisini viðmerkingar frá Hanus Hansen, reiðara, Høgna Hoydal, landsstýrismanni í fiskivinnumálum, Bárði á Steig Nielsen, formanni í Sambandsflokinum og Jens Helga Toftum, sum arbeiðir í Fiskimálaráðnum og sum hevur verið samskipari í bólkinum, ið hevur lagt uppskotið fram. 

Sosialurin fæst í sølubúðum kring landið.  

Petur Steingrund, fiskifrøðingur á Havstovuni