Umstøðurnar mugu betrast

- Í neystinum hava vit tveir bátar og ljós, men tað er bara ikki nóg mikið, sigur Bergur R. Dam Jensen.

 

- Tey, sum rógva her hjá okkum, mugu hava líka frægar umstøður sum onnur, ið rógva.

- Tey, sum rógva her hjá okkum, mugu hava líka frægar umstøður sum onnur, ið rógva.

 

Bergur R. Dam Jensen umboðar KÍF kappróður um Kollafjarðar Ítróttarfelag, KÍF. Hann sigur, at í kappróðrarárinum, sum nú byrjar á norðoyastevnu, verður ikki stór luttøka úr Kollafirði. Tað merkir tó ikki, at KÍF kappróður ætlar at leggja árarnar inn. - Vit hava fingið nakrar ungar dreingir at manna 5-mannafarið Koll til FM-róðurin í ár. Hetta er ein barnamanning, og hetta er okkara einasta manning, sum er byrjað at rógva. Vit arbeiða eisini við at fáa eina gentumanning umborð á Koll til barnaróður. Enn er tó ov tíðliga at siga við vissu, hvussu tað fer at eydnast, men genturnar hava so ikki verið í bátinum enn.

Bergur R. Dam Jensen sigur, at 6-mannafarið Kollfirðingur, sum felagið eisini eigur, er ikki tilmeldaður FM í ár, tí báturin er ikki mannaður. - Vit hava fingið onkrar fyrispurningar um at lána Kollfirðing, men vit vilja heldur, at báturin verður mannaður við einum róðrarumhvørvi í Kollafirði. Í staðin fyri at lata aðrar rógva í Kollfirðingi, fer KÍF kappróður heldur at gera bátin kláran til næsta kappróðrarár, so hann vónandi kann verða mannaður næsta ár.

Formaðurin í KÍF kappróðri sigur, at hóast manningarnar eru fámentar í ár, verður nógv arbeitt fyri at reisa róðrarumhvørvið í Kollafirði á føtur aftur. - Eg fekk til uppgávu fyri tveimum árum síðan at samskipa róðrarpartin hjá KÍF, og hesa tíðina havi eg sæð, at umstøðurnar hjá róðrarfólki í Kollafirði mugu gerast betri, tí tær eru als ikki tíðarhóskandi.

Hann vísir á, at KÍF eigur róðrarneyst, men her hevur einki viðlíkahald, ei heldur nøkur dagføring, verið í mong ár. - Stevnan verður her næsta ár, og tá vilja vit, at umstøðurnar eru komnar upp á pláss. Tey, sum rógva her hjá okkum, mugu hava líka frægar umstøður sum onnur, ið rógva. Í neystinum eru ongar brúsur og eingi wc. Vit hava tveir bátar og ljós, men tað er bara ikki nóg mikið, sigur hann.

Kappróðrarumhvørvinum í Kollafirði vantar nakrar eldsálir, sum ikki hava verið seinnu árini. - Vit hava tikið upp eitt samskifti við kommunala myndugleikan, og vit bæði vóna og vænta, at hesin sær týdningin av kappróðrinum í økinum og fer at lurta eftir okkum. Tað, sum má gerast, má vera í samstarvi millum felag og kommunu.

Bergur R. Dam Jensen veit eisini at siga, at eitt privatkeyp, sum hann tekur til, er gjørt, soleiðis at 10-mannafarið Kjølur nú aftur hevur heimstað í Kollafirði. - Kjølur varð upprunaliga smíðaður til Kollafjarðar, og bátinum feilar einki, tó at hann nú hevur nøkur ár á baki. Nú er báturin so aftur heimahoyrandi í Kollafirði. Hóast kappróðurin er í andróðri beint í løtuni, gevast vit ikki á hendur, men vilja gera tað, sum liggur í okkara makt fyri at byggja kappróðurin uppaftur, sigur formaðurin í KÍF kappróðri.

Í VikuskiftisSosialinum, sum er komin í dag, er stórt serblað um kappróður, og her eru fleiri samrøður við kappróðrarfeløg og ymiskar aðrar greinar og samrøður um kappróður, sum nú verður skotin í gongd á norðoyastevnu.

 

 

 

 

- Tey, sum rógva her hjá okkum, mugu hava líka frægar umstøður sum onnur, ið rógva.